Kynsmismunur í lýsingum bannaður í Bretlandi

Kynsmismunur í lýsingum bannaður í Bretlandi
Ein nýggj lóg er sett í gildi í Bretlandi, sum bannar kynsmismuni og generalisering í lýsingum
 
15.06.2019 - 14:14

Í Bretlandi hava tey nú sett bann fyri lýsingum, sum fatast sum kynsdrikriminerandi, skrivar BBC. 

Sum dømi kann nevnast, at um ein maður liggur í sofuni og slappar av, meðan konan vaskar, so er tað umfatað av bretska banninum.

Ein grundgeving er, at tílíkar lýsingar kunnu avmarka børn og ung seinni í lívinum og kann leggja lunnar undir meira mismuni millum kynini í framtíðini.

Tað er eitt langt kanningararbeiði hjá bretsla lýsingamyndugleikanum ASA, sum er orsøkin til bannið.

Hesin myndugleikin ger nøkur minimumskrøv til bretskar lýsarar. Sum skilst hava lýsingastovurnar ikki mótmælt banninum, sum hevur verið á veg í longri tíð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576