Freistin at bjóða upp á Posta longd

Freistin at bjóða upp á Posta longd
Upprunaliga freistin var í morgin, men hon er longd til 25. juni
 
16.06.2019 - 14:42

Tey, sum ætla at bjóða upp á Posta, fáa betri stundir at fyrireika seg.

Freistin er longd til 25. juni.

Birita Sandberg Samuelsen, advokatur hjá Sókn Advokatum, sum saman við Hammer Consulting, selur Posta fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sigur, at freistin er longd, so møguligir keyparar fáa betri stundir at greiða frá, hvussu ætlanin er at røkja veitingarskylduna næastu 10 árini.

Umframt at Posta er lýst alment til sølu, er kunnandi tilfar um Posta sent til møguligar keyparar, bæði í Føroyum og uttanlands.

Eisini er nýggj kostnaðarmeting gjørd av Posta í samband við søluna, men metingin er fyribils bara ætlað seljaranum, og er tí ikki almenn.

Saman við boðnum, skulu keyparar lata váttan um fígging. 

Við í keypinum fylgir eisini rætturin at gera og selja frímerki í 10 ár.

Sambært tíðarætlanini hjá Sókn Advokatum, verður sølan endaliga avgreidd 10. juli. 

Partabrøvini í Posta verða lýst til sølu undir einum, men tó ber til at selja høvuðssætið hjá Posta á Óðinshædd 2 í Havn fyri seg.

Fríggjadagin varð kunngjørt, at Posta letur nýggja deild upp í Keypmannahavn.

Joel undir Leitinum, stjóri í Posta, heldur ikki, at hetta fer at ávirka einskiljingartilgongdina.

- Tilgongdin hevur verið drúgv. Posta hevur gjørt nógv bæði undan og í hesi tilgongdini.  Og tað er partur av strategiini, sum nevnd og leiðsla hava lagt, at vit arbeiða fyri felagsins besta, og okkara vakstrarstrategi eigur ikki at verða ávirkað av hesum, sigur Joel undir Leitinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634