Streymur úr vatni í Vági

Streymur úr vatni í Vági
Býráðið hevur givið prinsipielt byggiloyvi, men ikki endaligt byggiloyvi, til vatnorkuverk á Marknoyri og til at brúka byrgingina í Vágsvøtnum
Býráðið hevur fingið eina umsókn um vatnorkuverk
 
20.06.2019 - 12:12

Býráðið í Vági hevur givið prinsipielt byggiloyvi, men ikki endaligt byggiloyvi, til vatnorkuverk á Marknoyri og til at brúka byrgingina í Vágsvøtnum eystan fyri Vág. Nakrar treytir eru við loyvinum.

Loyvið er givið at byggja og grava fyri leiðingum í sambandi við vatnorkuverkið, sum ein maður í Vági ætlar at gera. Men onnur loyvi skulu eisini fáast, áðrenn verkætlanin kann fremjast.

Loyvi skulu eisini fáast frá festara, jarðareigara, SEV, Porkeris kommunu, Orku í Umhvørvisstovuni, sum umsitur elveitingarlógina, og frá friðingarmyndugleikum.

Vágs kommuna brúkar ikki Vágsvøtn longur til drekkivatn. Men kommunan tryggjar sær tó nýtslurættin til vatnið í Vágsvøtnum í framtíðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952