Fleiri grundstykki í Tórshavnar kommunu

Fleiri grundstykki í Tórshavnar kommunu
Fleiri grundstykki verða í Tórshavnar kommunu í næstum
 
21.06.2019 - 07:36

Annað byggistig á Klingrutjørn á Argjum verður liðugt um fjúrtan dagar, tá 45 nýggj grundøki verða byggiklár. Næsta stig at gera grundøki til sethús á Miðhorni, sum er økið  niðanfyri Norðasta Horn. 

Økið er umleið 30.000 fermetrar og liggur óbygt millum býlingarnar. At byggja á økið verður við til at binda býlingarnar á Norðasta Horni og millum Horna saman, skrivar Tórshavnar kommuna.

Byggisamtyktin broytast

Kommunan fer nú at gera uppskot um, hvussu nógv grundstykki skulu gerast á økinum, og hvussu atkoma, parkering og fríøki skulu skipast. 

Pláss kann verða fyri millum 30 og 40 grundstykkjum. Tað neyva talið verður greitt, tá økið er endaliga skipað.

Neyðugt verður at broyta almennu byggisamtyktina fyri økið, soleiðis at økið verður fevnt av ásetingunum fyri A1 øki. Helst skal serstøk byggisamtykt somuleiðis gerast fyri økið, skrivar kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858