Vánalig líkindi og færri ferðafólk

Vánalig líkindi og færri ferðafólk
Ferðafólkatalið til Mykinesar er vaksið nógv í ár. Orsøkin er vánallig líkindini í mai í fjør
Mykines
Mynd: Líkindi vóru vánalig í mai í fjør, so fá ferðafólk sluppu til Mykinesar.  
 
26.06.2019 - 13:27

Ferðafólkatalið til Mykinesar er vaksið nógv í ár.

Men orsøkin er ikki fleiri ferðafólk, men tann, at líkindini at sigla vóru so ring í mai í fjør.

Jósup byrjaði at sigla millum Sørvág og Mykines 1.mai.

Og sambært tølunum fyri mai í ár flutti Jósup 4.401 ferðafólk á Mykinesleiðini.

Fleiri í ár

Tað eru nógv fleiri enn í mai í fjør.

Tá vóru ferðafólkini bara ein fjórðing av tí, sum tey vóru í ár. Tey vóru 1.110 í mai í fjør.

Men likindini at sigla í mai í fjør vóru so vánalig, at ikki bar til at flyta fleiri ferðafólk á Mykisnesleiðini. 

Á Suðuroyarleiðini vóru bæði ferðafólk og akfør færri í mai í ár enn í mai í fjør.

Ferðafólkini vóru næstan 26.000 í mai í fjør. Tey vóru stívliga 19.000 í ár. Og akførini vóru 30 prosent færri í ár. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045