Stjórin á Umhvørvisstovuni uppsagdur

Stjórin á Umhvørvisstovuni uppsagdur
Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum og stjórin á Umhvørvisstovuni eru blivin samd um at steðga samstarvinum frá í dag av at rokna
 
28.06.2019 - 14:30

Sjálvur hevur Petur Nielsen ongar viðmerkingar til málið.

Beint eftir døgurða vórðu starvsfólkini á Umhvørvisstovuni kunnað um, at Petur Nielsen hevur undirskrivað eina fráfaringaravtalu við Heilsu- og Innlendismálaráðið, og stjórin fór síðani til hús.

Sambært Peturi Nielsen sjálvum er talan um eina "standard" fráfaringaravtalu, sum gevur honum løn í hálvt ár.

Orsøkin til uppsøgnina eru tær bygnaðarbroytingar, sum stjórin ætlaði at seta í verk, men landsstýriskvinnan í umhvørvismálum ikki var samd í.

Samstundis sum Petur Nielsen er koyrdur til hús við fráfaringaravtalu, hevur Heilsu- og Innlendismálaráðið avgjørt at steðga teimum bygnaðarbroytingum, sum stjórin ætlaði at fremja.

Eittnú ætlaði Petur Nielsen at leggja saman deildirnar Tinglýsing og Matrikul, og í tí sambandi var annar deildarleiðarin uppsagdur. 

Enn er óvist, hvussu nú verður við hesi bygnaðarbroyting.

Ari Johanneson er fyribils settur sum stjóri á Umhvørvisstovuni, til nýggjur stjóri er funnin.

Kringvarpið hevur roynt at fáa eina samrøðu við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, men tað er ikki eydnast okkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519