Tríggir kommunulæknar afturat í Havn

Tríggir kommunulæknar afturat í Havn
Heilsutrygd hevur sett Guðruna Mortensen, Bjarna Wardum og Turið Holm Johannesen í starv í Suðurstreymoyar læknadømi
Her í Kirkjustræti 2 í Hoyvík verður læknamiðstøð, tá bygningurin er liðugur
 
30.06.2019 - 10:09

Tríggir kommunulæknar eru settir í Suðurstreymoyar læknadømi. Heilsutrygd hevur sett Guðrun Mortensen, Bjarna Wardum og Turið Holm Johannesen í starv.

Tey byrja øll 1. september í ár. Guðrun Mortensen og Bjarni Wardum vera í læknamiðstøðini við Kirkjustræti.

Turið Holm Johannesen tekur við starvinum, sum Annika Olsen hevði. Viðtalan hjá henni verður eisini við Kirkjustrætið, tá liðugt er at byggja har.

Guðrun Mortensen tekur við starvinum, sum hon seinastu tíðina hevur røkt í Miðlon. Heilsutrygd søkti í mai eftir fýra kommunulæknum til Suðurstreymoyar læknadømi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815