Óansi orsøkin til arbeiðsvanlukku

Óansi orsøkin til arbeiðsvanlukku
Høvuðsorsøkin til arbeiðsvanlukkuna á byggiplássinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri var óansni ella ósketni hjá tí, sum doyði í vanlukkuni
Varðin Pelagic skuldi byggjast upp aftur eftir eldsbrunan.
 
10.07.2019 - 12:41

Høvuðsorsøkin til arbeiðsvanlukkuna á byggiplássinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri var óansni ella ósketni hjá tí, sum doyði í vanlukkuni.

Vanlukkan hendi seinnapartin 21.juni í fjør. Ein 55 ára gamal maður doyði, tá hann kom fyri eina koyrandi lyftu.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur nú gjørt endaliga niðurstøðu um málið. 

Niðurstøðan er, at arbeiðsgevarin hjá manninum, sum doyði, smápartafelagið MTV Byggivirki, hevur ikki brotið arbeiðsumhvørvislógina.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger ikki meira við málið. Tað fer heldur ikki at mæla fútanum til at gera meira við málið. 

Var í ferð við ringja

Kanningar vísa, at maðurin, sum doyði, var í ferð við at ringja til arbeiðsgevaran, tá vanlukkan hendi. Hann var farin burtur frá manninum, hann arbeiddi saman við, fyri at ringja.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið sigur, at maðurin, tá hann fór at ringja, var farin ov nær við lyftuna beint áðrenn, hon fór at koyra. Maskinan hevur skumpað hann um koll, og síðani hevur hon koyrt yvir hann.

Talan var um stórt óansni hjá manninum, sum hevði umfatandi royndir á byggiplássinum, sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Tann, sum koyrdi lyftuna, hevði ikki møguleika at síggja mannin. 

Tá hann hugdi farmeftir, áðrenn hann fór at koyra beint fyri vanlukkuna, sá hann ongan við lyftuna.

Eingi vitni vóru til vanlukkuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418