Tveir nýggir flokkar á løgtingsvalinum

bannari
Tveir nýggir flokkar á løgtingsvalinum
Føroyaflokkurin hevur fingið neyðuga góðkenning til at stilla upp, og tí verða tað níggju flokkar at velja ímillum á Løgtingsvalinum
 
13.07.2019 - 14:02

Føroyaflokkurin hevur nú fingið endaliga góðkenning til at bjóða seg fram til komandi løgtingsval.

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur kannað undirskriftirnar, sum flokkurin lat ráðnum tann 5. juli. Ráðið kann staðfesta, at 812 av undirskriftunum lúka ásettu treytirnar. 

Sostatt lýkur flokkurin treytirnar í § 15, stk. 3 og 4, í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið og hevur rætt at luttaka í komandi løgtingsval

Arbeiðið steðgaði upp

Tað er eitt gott ár síðani at Hjalmar Zachariassen fór undir arbeiðið at savna undirskriftir, men arbeiðið steðgaði upp, tí Hjalmar Zachariassen gjørdist uppstillaður fyri hin nýggja flokkin "Framtakið fyri rættinum at velja Kannabis." 

Men seinni fór Hjalmar Zachariassen úr aftur Framtakinum og fór undir arbeiðið at stovna Føroyaflokkin aftur.

Nú Føroyaflokkurin hevur fingið góðkenning er eisini greitt, at tað verða níggju flokkar, sum stilla upp til løgtingsvalið. Nýggi flokkurin "Framtakið fyri rættinum at velja Kannabis" hevur frammanundan eisini fingið góðkenning at stilla upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860