Stórur eftirspurningur eftir grundstykkjum

Stórur eftirspurningur eftir grundstykkjum
Nes kommuna hevur keypt lendi til nýggjar útstykkingar í kommununi
 
14.07.2019 - 16:49

Áhugin fyri at seta búgv í Nes kommunu er so stórur, at kommunan nú hevur keypt jørð, ið skal stykkjast út til 20 nýggj grundstykki í kommununi.

Tað skrivar kommunan í ársroknskapinum fyri 2018. Arbeiðið, at stykkja út tey nýggj grundstykkini, byrjar í heyst, og verður eftir ætlanini liðugt á vári í 2020.

Áhugin fyri grundstykkjum í Nes kommunu var í fleiri ár annars lítil fyri ikki at siga eingin. Tey seinnu árini er vend komin í, og eftirspurningurin eftir grundstykkjum er øktur, sigur kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563