Boriarbeiðið so smátt byrjað

Boriarbeiðið so smátt byrjað
Borivognurin í Sandoyartunlinum varð settur í gongd 4. juli
 
15.07.2019 - 16:40

NCC er so smátt byrja at bora í Traðardali í Sandoynni. Borivognurin varð settur í gongd 4. juli, og nú eru tilsamans boraðir 98 metrar.

Fríggjadagin fer arbeiðið í summarferiu fram til ólavsøkudag, tá byrjað verður aftur. Einaferð eftir summarfrítíðina verður eisini byrjað at bora á Gomlurætt, skrivar Sandoyartunnilin á Facebook.

Koyrandi í 2023

Fyrsta skotið fyri Sandoyartunlinum varð latið av í desember í fjør.

Eftir ætlan verður koyrandi ígjøgnum tunnilin í desember 2023, og mett verður, at 300-400 bilar fara dagliga at koyra ígjøgnum tunnilin. 

Sandoyartunnilin verður 10,8 kilometrar langur, og undirsjóvartunnilin verður sostatt tann longsti tunnilin í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391