- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útlátið skal minka munandi 1. januar
Útlátið frá føroyskum skipum, sum sigla í altjóða sjógvi, skal minka munandi longu 1. januar í 2020. Tá koma fyrstu krøvini frá ST-stovninum IMO í gildi. Krøv, sum Føroyar hava bundið seg til at halda.
Hyggja vit at oljubrúkinum hjá samlaða skipaflotanum í øllum heiminum, svarar tað til tað, sum landið, ið brúkar fimtmest olju, brennir. Tí er umráðandi, at skipaferðslan finnur grønari loysnir í mun til útlát.
>> SÍ EISINI Minka um útlátið hjá skipum
Tá talan er um tungolju - olju við svávulinnihaldi - er skipaferðslan ein av størstu brúkarum, men 1. januar verður ikki gjørligt at fylla skipstangarnar við olju, sum inniheldur meira enn 0,5 prosent svávul, ið millum annað elvir til sýruregn, tá tað verður brent.
Føroyska Reiðarafelagið fyri Handilsskip er limur í ICS, sum umboðar 80 prosent av altjóða handilsflotanum. ICS tekur undir við krøvunum frá IMO, sum verða sett í verk 1. januar 2020 og næstu 30 árini verða víðkað munandi.
Altjóða skipaferðslan ikki til reiðar
Altjóða skipaferðslan er til reiðar til nýggju krøvini, sigur Anthony Gurnee, stjóri í Ardmore Shipping við amerikonsku sjónvarpsrásina CNBC.
– Tað, sum er áhugavert við teimum treytum, sum koma nú er, at vinnan hevur kent til tær í 15 ár, men tað hevur hjá teimum flestu ikki verið neyðugt at gjørt nakað fyrr enn nú, segði Anthony Gurnee.
Tað, sum shippingstjórin sipar til, er at fyribilskrøvini frá IMO bert snúgva seg um svávulinnihaldið í oljuni. Avbjóðingin verður tí at fáa framleitt og flutt hesa reinari oljuni runt í heiminum, so skipaflotin fær bunkrað.
Kunnu ikki bunkra bíligastu tungoljuna
– Vit hava nú fingið at vita, hvørja olju vit skulu brúka, og so er tað upp til oljuídnaðin at framleiða hana, segði Anthony Gurnee, stjóri í Ardmore Shipping við CNBC.
Frá 1. januar verður sostatt ikki gjørligt hjá føroyskum skipum, ið sigla í altjóða sjógvi, at bunkra tað bíligastu tungoljuna. Nú skal hon fyribils bara innihalda 0,5 prosent svávul, og komandi árini verða enn strangari krøv sett.
Á landi verður framvegis tungolja við hægri svávulinnihaldi enn 0,5 prosent brúkt. Tað eru tó bara SEV og Havsbrún, sum nýta hetta slagið av brennievni.