Konservativu velja nýggjan leiðara í dag

Konservativu velja nýggjan leiðara í dag
Í dag verður greitt, hvør verður nýggjur formaður hjá Konservativa flokkinum í Bretlandi og harvið nýggjur forsætisráðharri
Flokslimirnir hjá Konservativa flokkinum skulu í dag velja nýggjan leiðara. Sambært veljarakanningum fer Boris Johnson at vinna valið í dag
 
22.07.2019 - 09:37

Atkvøðugreiðslan millum limirnar í Konservativa flokkinum um, hvør skal verða nýggjur formaður endar nevniliga í dag. Klokkan fimm seinnapartin verður væntað, at úrslitið er klárt. 

Greitt er longu nú, at tað verður antin Jeremy Hunt ella Boris Johnson, sum tekur við eftir Theresu May, sum legði frá sær, tá tað ikki eydnaðist henni at finna semju um Brexit. 

Hóast atkvøðugreiðslan endar í dag, so verður úrslitið tó ikki almannakunngjørt beinanvegin. Vinnarin av valinum verður kunngjørdur í morgin, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Umleið 160.000 flokslimir í Konservativa flokkinum í Stórabretlandi hava atkvøðurætt. Sambært veljarakanningum fer Boris Johnson at vinna valið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472