100 Volvo-bilar í Føroyum kannast

100 Volvo-bilar í Føroyum kannast
Vandi er fyri, at eldur kann koma í motorin
Umleið 100 Volvo-bilar í Føroyum skulu á verkstað, tí vandi kann vera fyri, at eldur kann koma í motorin
 
22.07.2019 - 10:54

Volvoverksmiðjan hevur boðað frá, at teir bilar, sum eru framleiddir frá 2014 til 2019, og hava 2.0 motor við fýra sylindarum, mugu fara á verkstað fyri at kanna ein plastventil í luftinntakinum í motorinum.

Vandi er nevniliga fyri, at eldur kann koma í motorin. Talan er um rættiliga nógvar bilar, ið skulu á verkstað, at kanna feilin. Volvo sigur, at 500.000 bilar í heiminum eiga at verða kannaðir.

– Í Føroyum skulu umleið 100 Volvo-bilar á verkstað, at kanna feilin. Tað sigur Rúni Djurhuus, stjóri hjá P/f Wenzel, ið selur og umboðar Volvo-bilmerkið í Føroyum.

Volvo er eitt av best umtóktu bilmerkjum í Føroyum í sínari príslegu. Tilsamans 173 Volvo-persónbilar vórðu seldir í Føroyum í 2018 sambært hagtølum hjá Akstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891