Kravdi nevndarlim fyri lán

Kravdi nevndarlim fyri lán
Tað var eitt krav frá partaeigaranum, sum lænti Atlantic Petreolum nakrar milliónir krónur herfyri, at partaeigarin slapp at velja nevndarlim
Atlantic Petroleum hevur selt Orlanda brunnin við teirri treyt, at felagið fær tvey prosent av inntøkunum upp til fimm millónir tunnur, og 4,5 prosent av inntøkunum oman fyri fimm millíónir tunnur
 
26.07.2019 - 12:44

Tað var eitt krav frá partaeigaranum, sum lænti Atlantic Petreolum upp til fimm milliónir krónur til raksturin herfyri, at partaeigarin slapp at velja ein nevndarlim.

Tað gjørdist Ben Arabo.

Hetta hevði so eisini tað við sær, at ein teirra, sum var í nevndini, noyddist úr henni.

Semja varð um, at formaðurin í nevndini, danin Henrik Olesen, fór úr nevndini.

Hinir báðir í nevndini vóru bretin Charles Hendry og Yves Paletta í Kanada.

Teir stóðu fyri vali á eykaaðalfundinum hjá Atlantic Petroleum fyrrapartin í gjár.

Skotnir upp á eykaaðalfundin

Men á eykaaðalfundinum hendi tað, at partaeigarar skutu upp at velja Kaj Johannesen og Mourits Joensen í nevndina.

Og teir blivu einmælt valdir. Tað bleiv Ben Arabo eisini.

Nú eru so bara føroyingar í nevndini hjá Atlantic Petroleum. Har vóru bara útlendingar.

Ben Arabo er nú nevndarformaður og Kaj Johannesen næstformaður.

Stórt partafelag

Ben Arabo var stjóri í Atlantic Petroleum í sjey ár.

7.400 partaeigarar í yvir 30 londum eru í Atlantic Petroleum. Meiriluti teirra er í Føroyum og í Danmark.

Í Atlantic Petroleum eru tríggjar milliónir og 697.860 partabrøv.

Eingin partaeigari eigur meira enn fimm prosent, uttan Betri banki og Betri samtakið, sum saman eiga 5,4 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852