Viðskiftafólk missa helst pening av húsagangi

Viðskiftafólk missa helst pening av húsagangi
Ferðaskrivstovan WeTravel er farin av knóranum
Ferðaskrivstovan WeTravel er farin á húsagang. Sannlíkt er, at viðskiftafólk, ið hava keypt ferðir, missa pening
Mynd: Skíggjamynd frá vevlysingar.fo  
 
31.07.2019 - 08:09

Tað skrivar Portalurin, sum endurgevur eina fráboðan frá felagnum. Hvørki heimasíðan ella facebooksíðan hjá felagnum eru longur at finna á netinum.

WeTravel hevur havt skrivstovu í Havn. Sambært fráboðanini, so ávirkar húsgangurin tey viðskiftafólk, sum hava keypt ferð frá felagnum.

Kennir tú onkran, sum er ávirkaður av húsaganginum? Skriva til okkum á news@kvf.fo

Felagið er ikki partur av Rejsegarantifonden. Tí er sannlíkt, at tey, sum hava goldið fyri ferð, tey enn ikki hava verið, missa bæði ferð og pening. 

Sambært fráboðanini, sum er endurgivin á Portalinum, er tað ikki eydnast felagnum at fáa raksturin at bera seg, hóast 1.2 milliónir av nýggjum kapitali eru settar í felagið seinastu tíðina. 

Felagið skrivar:

"Bankin hevur lukkað av, og eru tær 600.000 krónurnar sum komu í allar síðstu løtu, tíanverri ikki nokk at fáa eina positiva ávirkan á WeTravel í framtíðini."

Felagið sigur einki í fráboðanini um, hvussu nógv fólk verða ávirkað av húsaganginum.

Tað vóru teir báðir Jacob Slyne og Niels Juel Nolsøe, ið stovnaðu WeTravel í 2015. Kringvarpið roynir at fáa eina viðmerking frá eigarunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952