Løgmaður um fund við Trump: Arktis er høvuðsevnið

Løgmaður um fund við Trump: Arktis er høvuðsevnið
Støðan í arktis verður yvirskipaða evnið á fundinum við Trump, sigur løgmaður, sum eisini ætlar at umrøða handilsviðurskifti landanna millum
 
31.07.2019 - 22:19

Antin 2. ella 3. september fer Aksel V. Johannesen, løgmaður, saman Mette Frederiksen, forsætisráðharra í Danmark, og Kim Kielsen, landsstýrisformanni í Grønlandi, á fund við Donald Trump, sum kemur á vitjan í Danmark.

Evnið á fundinum er spenta støðan um arktis, sum bæði USA, Russland og Kina síggja nógvar møguleikar í, nú ísurin bráðnar og nýggj sjóvegis farleið er í eygsjón.

 - Sum skilst verður yvirskipaða evnið á fundinum støðan í arktis, sigur Aksel V. Johannesen, sum eisini ætlar at viðgera handilsviðurskiftini millum Føroyar og USA, fær hann møguleikan.

Hann væntar meiri kunning um fundin seinni í mánaðinum.

Fundurin verður eftir valið

Merkisvert er, at fundurin í september verður beint eftir løgtingsvalið; men tá er so stutt fráliðið frá valdegnum, at alt bendir á, at sitandi løgmaður eisini verður løgmaður tá.

 - Tað verður mett, at talan er um ein so týdningarmiklan fund, at tað ikki ber til at takka nei. Og uttan mun til valúrslitið, so røkir sitadi løgmaður embætið, til ein nýggj samgonga er skipað, stendur í skrivligari viðmerking frá Akseli V. Johannesen, løgmanni.

Les eisini: Løgmaður skal hitta Trump

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659