Handilskríggj sæst aftur á keypsskálunum

Handilskríggj sæst aftur á keypsskálunum
Handilskríggið millum USA og Kina stendur við og versnar
Nú er virði á sjey yuan minni enn ein dollari, og so lágt hevur tað ikki verið í tíggju ár
 
06.08.2019 - 10:16

Kina er steðgað við at innflyta landbúnaðarvørur úr USA, og amerikanski forsetin skuldsetir Kina fyri at manipulera við gjaldoyranum har. Hetta sæst aftur á keypsskálunum kring knøttin.

Samstundis sum boðini komu um, at Kina gevst at innflyta amerikanska landbúnaðarvørur, avráddi kinesiski miðbankin, at skriva niður virðið á kinesiska gjaldoyranum yuan.

Støðan verið spent í tvey ár

Nú er virði á sjey yuan minni enn ein dollari, og so lágt hevur tað ikki verið í tíggju ár. Sambært AP-tíðindastovuni kann hetta verið tekin um, at Kina brúkar gjaldoyrað sum vápn í handilskrígnum í móti USA.

Tað er amerikanski forsetin sannførdur um, at Kina ger, hevur hann givið til kennar á Twitter. Støðan millum USA og Kina hevur verið spent síðani hann tók við sum forseti í 2017.

Longu í sínum valstríði tá, legði hann Kina undir at manipulera við gjaldoyra sínum soleiðis, at Kina tók seg betri út í samhandlinum landanna millum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961