Eftirkanna nú hitamátingar

Eftirkanna nú hitamátingar
Í Grønlandi kanna tey nú, um fríggjadagurin í farnu viku er tann heitasti, sum nakrantíð er máldur í Summit á innlandsísinum
Innlandsísurin bráðnar skjótari enn nakrantíð áður.
 
06.08.2019 - 14:08

Veðurstøðin hjá donsku veðurstøðini Danmarks Meteorologiske Institut sigur, at tey mátaðu 4,7 stig. So heitt hevur tað ongantíð verið har áður.

Hesi tøl skulu nú eftirhyggjast og sammetast við aðrar mátingar, sum ein amerikonsk veðurstøð hevur gjørt sama stað.

Eisini heitt aðrastaðni

Men tað er ikki bara á innlandsísinum, at tað er heitari enn vanligt í Grønlandi nú um dagarnar. Í Upernavík máldu tey 22,6 stig í farnu viku.

Mesti hitin í Upernavík, sum annars er mátaður, er 20,3 stig. Tað sama ger seg galdandi í landnyrðingspartinum í Grønlandi.

Í Danaborg mátaðu tey 18,8 stig herfyri. Áðrenn tað var tað mesta, tey høvdu mátað, 18 stig. Hesi tøl verða nú eisini eftirkannað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028