Alivinnan rindaði minni

Alivinnan rindaði minni
Alivinnan rindaði minni og fiskivinnan meira í landskassan í fjør, sambært frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um munin millum játtan og frávik
 
09.08.2019 - 07:28

Loyvisgjald á alivinnu gav 23,6 milliónir krónur minni enn tær 160 milliónirnar, sum standa í fíggjarlógini.

Orsøkin er minni tøka enn mett, hevur Landsgrannskoðanin fingið at vita úr landsstýrinum. Fiskivinnan rindaði meira enn mett.

Partafelagsskapurin gav minni

Á kontuna avgjald á fiskatilfeingi komu 11,3 milliónir krónur meira enn tær 292 milliónirnar, sum eru í fíggjarlógini. Orsøkin er rætt og slætt fleiri pengar enn mett frá avgjaldi og uppboðssølu.

Partafelagsskatturin gav minni enn mett í fjør. Í fíggjarlógini eru 395 milliónir. Men inntøkan var minni enn tað, hon var 12,1 millión minni, tá kommunurnar høvdu fingið sín part.  

Teir nógvu bilarnir, sum nú eru í Føroyum, síggjast eisini aftur í inntøkunum hjá landskassanum. Skrásetingargjaldið gav 21,2 milliónir meira og vegskatturin 6,5 milliónir meira enn mett í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375