Fleiri eftirlønir til tænastufólk og lærarar

Fleiri eftirlønir til tænastufólk og lærarar
Fíggjarmálaráðið metti skeivt, tá tænastumannaeftirlønir vórðu settar í fíggjarlógina fyri 2018
123 mió. kr. fóru til eftirlønir til tænastufólk í fjør.
 
09.08.2019 - 11:54

Fíggjarmálaráðið metti skeivt, tá tænastumannaeftirlønir vórðu settar í fíggjarlógina fyri 2018.

Í fíggjarlógini eru 118 mió. kr.

Men brúktar vórðu næstan 123 milliónir.

Fleiri tænastufólk fóru frá við eftirløn, enn mett varð í fíggjarlógini.

Kann ikki broytast 

Biðið varð tó ikki um eykajáttan, tí løgtingið kann ikki broyta lógina, so útreiðslurnar eru minni, hevur Landsgrannskoðanin fingið at vita úr Fíggjarmálaráðnum.

Sjey sløg av tænastumannaeftirlønum eru.

Størstu frávikini millum játtan og nýtslu í fjør eru hjá tænastufólkum, sum fingu 2,2 milliónir meira í eftirløn enn játtað í fíggjarlógini, og hjá lærarum, sum fingu 3,3 milliónir krónur meira enn játtað í fjør.

Tænastumannaeftirlønir eru lógarbundin játtan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342