Sendistovan í Beijing nakrar vikur seinkað

Sendistovan í Beijing nakrar vikur seinkað
Føroyska sendistovan í Beijing, sum skuldi lata upp 1.august, er ikki latin upp enn. Men tað verður fyrsta dagin
Sigmundur Ísfeld, føroyskur sendimaður í Fjareystri
 
10.08.2019 - 15:06

Føroyska sendistovan í Beijing, sum skuldi lata upp 1. august, er ikki latin upp enn. Men tað verður um ikki so langa tíð. Væntandi letur sendistovan formliga upp í september.

Sendimaðurin, Sigmundur Ísfeld, fer úr Keypmannahavn til Beijing í morgin. Hann er so líðandi byrjaður at arbeiða sum føroyskur sendimaður í Fjareystri.

Men hølisviðurskiftini eru ikki rættiliga komin í lag enn. Sum er er ikki pláss fyri føroysku sendistovuni í donsku sendistovuni í Beijing. Men arbeitt verður við tí. Allir formalitetir eru heldur ikki avgreiddir enn.

Eitt borð at byrja við

Í fyrsta umfari fær føroyski sendimaðurin eitt borð á donsku sendistovuni. Føroyska sendistovan í Beijing verður á sama stað sum tann danska.

Tríggjar milliónir krónur eru í fíggjarlógini 2019 til føroyska sendistovu í Fjareystri. Í fíggjarlógini stendur, at áhugin fyri at flyta út alilaks og annan fisk til londini í fjareystri er vaksandi.

Útflutningurin til Kina er fleirfaldaður seinnu árini, men áhugi tykist eisini vera fyri marknaðum í londum sum Suður Korea og Japan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634