Fríðrikur krúnprinsur vitjar

Fríðrikur krúnprinsur vitjar
Krúnprinsurin kom til Føroya í dag við flogfarinum hjá Atlantic Airways og steðgar í nakrar dagar
Mynd: KvF (savnsmynd)  
 
12.08.2019 - 16:11

Talan er tó ikki um nakra almenna vitjan, tí krúnprinsurin er í Føroyum í sambandi við upptøkurnar til eina dokumentarsjónvarpsrøð, sum DR ger um ríkisfelagsskapin. 

Kringvarpið skilir, at krúnprinsurin millum annað skal út at fiska saman við Mortani Johannesen, útróðrarmanni. Talan er um tveir dokumentarfilmar, ið skulu gerast - ein í Føroyum og ein í Grønlandi.

Kringvarpið skilir eisini, at filmarnir taka støði í tí modernaða samfelagnum, her serligur dentur verður lagdur á ungdómin. Væntandi verða dokumentarfilmarnir vístir í DR innan eitt ár. 

Hetta er onnur vitjanin hjá Fríðriki krúnprinsi í Føroyum í summar. Í juni vitjaði krúnprinsurin í Klaksvík, tá skipað varð fyri Royal Run í býnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162