Enn nøkur pláss eftir

Enn nøkur pláss eftir
Fullteknað er ikki á øllum útbúgvingunum á Setrinum
 
14.08.2019 - 09:50

Enn eru tøk pláss eftir á Setrinum, um tú ætlar tær at fara undir hægri lestur í Føroyum. Tað skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðuni.

Til og við 15. august 2019 (tað er í morgin) ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss til bachelorútbúgvingar, hjánám og masterútbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.

Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er at skunda sær, tí tann, ið fyrst søkir, fær fyrst bjóðað lestrarpláss.

Millum annað eru pláss eftir á bachelor- og masterútbúgvingum í føroyskum máli og bókmentum, samfelagsvísindum og søgu, orkuverkfrøði og løgfrøði fyri at nevna burtur úr rúgvuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037