56 fleiri í Suðuroy

56 fleiri í Suðuroy
Fólkatalið er vaksið sunnast í Føroyum seinasta árið
Tað er millum annað her í Hvalba (myndin) at fólkatalið er vaksið
 
26.08.2019 - 11:04

56 fólk fleiri búgva í Suðuroynni nú enn fyri einum ári síðani. Munurin er 1,2 prosent.

Tvøroyrar kommuna hevur kunngjørt, hvussu nógv fólk búgva í Suðuroynni í dag og, hvussu nógv, fólkini vóru 26.august í fjør.

Fólkavøkstur í fýra kommunum

Í dag eru 4.638 fólk skrásett at búgva í Suðuroynni. Sjey kommunur eru í Suðuroynni.

Fólkavøkstur hevur verið í fýra kommunum, og fólkatalið er minkað í trimum. Nógv tann størsti vøksturin er í Tvøroyrar kommunu. Har eru 48 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani.

Vøkstur er eisini í Hvalba, Famjin og í Vági. Í Hovi, Sumba og í Porkeri eru nøkur fólk færri nú enn fyri einum ári síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233