Nólsoyingar ikki meldað Strandferðsluna

Nólsoyingar ikki meldað Strandferðsluna
Eingin hevur meldað Strandferðsluna fyri tað sum hendi í Nólsoy seinnapartin sunnudagin, tá Ternan fór til Nólsoyar í vanligari rutusigling
Fólk í Nólsoy hava ikki meldað Strandferðsluna fyri eina hending um vikuskiftið, sum annars hevur ljóðað
 
03.09.2019 - 13:59

Tað upplýsir vaktarleiðarin á løgreglustøðini í Havn. Men tá Ternan var á veg um Nólsoyarfjørð, ringdi fólk úr Nólsoy til løgregluna, og boðaði frá, at nólsoyingar ætlaðu at seta tiltøk í verk, tá Ternan legði at.

Millum annað fekk løgreglan boð um, at fólk ætlaðu at binda Ternuna, og tá so portrið var latið upp, var ætlanina at seta ein bil á portrið, so portrið ikki kundi latast aftur, og Ternan av tí sama ikki slapp frá landi.

Óvist um meira verður gjørt við málið

Tey boðini sendi løgreglan til MRCC, ið síðani setti seg í samband við skiparan á Ternuni og greiddi honum frá ætlanunum.Tað var helst orsøkin til, at skiparin valdi ikki at lata portrið upp.

Løgreglan fór til Nólsoyar, men har hendi einki nevnivert av trupulleikum, sum løgreglan málber seg. Klokkan var tríkorter til tíggju um kvøldið, tá Ternan fór úr aftur Nólsoy.

Á ferðini til Havnar, tosaðu løgreglufólkini við skiparan, upplýsir vaktarleiðarin á løgreglustøðini í Havn. Málið er hjá løgregluni, men støða er ikki tikin til, um nakað meir verður gjørt í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Gudstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375