Fekk ikki undirtøku fyri nývali

Fekk ikki undirtøku fyri nývali
Tað eydnaðist ikki Boris Johnson, forsætisráðharra, at fáa stuðul til, at skriva út val í ótíð
 
05.09.2019 - 08:09

Bretska undirhúsið samtykti í gjárkvøldið uppskotið um, at heita á ES um at útseta brexit. Millum annað var meiriluti fyri eini lóg, ið strikar møguleikan hjá stjórnini, at fara úr ES við ongari avtalu. 

Eftir atkvøðugreiðsluna bað Boris Johnson, forsætisráðharri, um stuðul til at skriva út val í ótíð, men tað eydnaðist honum heldur ikki. Hann skuldi hava undirtøku frá tveimum triðingum í Undirhúsinum. 

Formaðurin í Labour, Jeremy Corbyn, segði undir orðaskiftinum í gjár, at hann tekur ikki undir við vali í ótíð, fyrr hann er vísur í, at hart brexit verður av ongum.

31. januar nýggjur brexit-dagur

Uppskotið um, at heita á ES um, at útseta brexit-dagfestingina var til atkvøðugreiðslu tíðliga í gjárkvøldið. Og uppskotið vann frama.

Endamálið hjá teimum, sum áttu uppskotið, var, at forða fyri, at Bretland fer út ES við ongari avtalu 31. oktober. Nú uppskotið er samtykt, verður málið, at bretar fara úr ES 31. januar næsta ár. 

Tíðarneyðin íkom eftir, at Boris Johnson boðaði frá, at hann fór at senda parlamentið til hús í ein mánað frá næstu viku av og fram til 14. oktober, tá trúntalan verður hildin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507