Fyrireika starvslýsing eftir rektara

Fyrireika starvslýsing eftir rektara
Mentamálaráðið er farið at fyrireika lýsingina eftir nýggjum rektara til Glasir. Bíðar tó eftir nýggjum landsstýri, áðrenn lýst verður
Rektarin fór frá degi til dags, hóast uppsagnartíðin er 90 dagar.
 
06.09.2019 - 12:14

Mentamálaráðið er farið at fyrireika lýsingina eftir nýggjum rektara til Glasir.

Søkt verður eftir rektara fyrsta dagin, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.

Men møguliga verður bíðað, til nýtt landsstýri er skipað, sigur hann.

Bogi Bech Jensen, sum seinastu fýra árini hevur verið rektari á Glasi, segði seg úr starvinum fyrst í vikuni.

Hann hevur tríggjar mánaða uppsagnarfreist. Men hann vildi gevast frá degi til dags. Og tað eftirlíkaði Mentamálaráðið.

Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóri á Glasi, er virkandi rektari, til nýggjur rektari er settur.

Samanlegging veruleiki

Hann fer at kunna heita á Boga Bech Jensen í uppsagnartíðini, í tríggjar mánaðir. 

Bogi Bech Jensen sigur í uppsøgn sínari, at nú er samanleggingin vorðin veruleiki.

Skúlin og rektarin eru tí komnir til eitt vegamót, sigur Mentamálaráðið í tíðindaskrivi. 

Føroya studentaskúli og HF-skeið, Føroya handilsskúli og Tekniski skúli í Havn vórðu lagdir saman í Glasir í 2015. 

11 umsóknir vóru til starvið, tá Bogi Bech Jensen bleiv fyrsti rektarin á Glasi 1.august í 2015.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375