Mæla fólki frá at roykja e-sigarettir

Mæla fólki frá at roykja e-sigarettir
Danska Heilsustýrið mælir nú børnum og ungum, barnakonum, og kvinnum, sum geva bróst, frá at roykja e-sigarettir
Donsku myndugleikarnir mæla nú fólki frá, at roykja e-sigarettir, sum hava verið á marknaðinum í umleið 10 ár
 
11.09.2019 - 08:06

– Eingin eigur at roykja e-sigarettir. Tað er øll vitanin um skaðan, hesar sigarettir kunnu elva til, sum eru atvoldin til, at vit mæla frá at roykja tær.

Tað sigur Niels Sandø, sum er eindarstjóri í Heilsustýrinum, við danska blaðið, Politiken.

– Vit vita einki um langtíðarárinini av e-sigarettum, men eingin ivi er um, at tær eru heilsuskaðiligar. Framtíðin fer at vísa, hvussu skaðiligar tær eru, og tí eru vit stúrin, sigur hann.

Tey, sum gera tubbak, taka undir við, at børn og ung, barnakonur, og kvinnur, sum geva bróst, skulu ikki roykja e-sigarettir.

Men felagið hjá tubbaksframleiðarum undrast á, at Heilsustýrið mælir roykjarum frá at roykja e-sigarettir, tí eftir teirra tykki eru e-sigarettir ikki so heilsuskaðiligar sum vanligar sigarettir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026