Lægri renta í Evropa

Lægri renta í Evropa
Evropeiski miðbankin, ECB, fer seinnapartin væntandi at kunngera hjálpartiltøk, ið skulu stimbra búskapin
Evropeiski miðbankin, European Central Bank, fer at lækka innlánsrentuna niður í minus 0,50 prosent
 
12.09.2019 - 08:53

Bloomberg News skrivar, at bankin fer at lækka innlánsrentuna niður í minus 0,50 prosent. Rentan er í løtuni minus 0,40 prosent. Rentan varð lækkað í 2016.

Negativa rentan er rentan, sum bankar í evru-londum rinda fyri at hava avlopspening standandi í evropeiska miðbankanum.

Rentan hevur eisini stóran týdning fyri samanspardan pening og bústaðarlán. Búskaparfrøðingar siga, at hóast búskapurin í Evropa veksur, eru tekin um, at gongdin vendir.

Teir vísa á handilskríggið millum USA og Kina og avleiðingarnar av Brexit. Lækkar rentan, fer tað at eggja bankunum til, at læna enn meira út, og tað skal fáa gongd á búskapin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655