Stjórnin kunngørt skjal, ið umrøður avleiðingar

Stjórnin kunngørt skjal, ið umrøður avleiðingar
Matvørur kunnu dýrka, el- og bensinprísirnir kunnu hækka, og vandi er fyri, at støðan kann gerast so spent, at tað elvir til ófrið í gøtunum
 
12.09.2019 - 12:22

Tað stendur í einum skjali, sum bretska stjórnin hevur kunngjørt um avleiðingarnar av Brexit, eydnast tað ikki at fáa eina avtalu við ES, áðrenn Bretland fer úr evropeiska samveldinum 31. oktober.

Í skjalinum eru 20 punkt, sum lýsa, hvørjar avleiðingarnar verða, um tørvur verður á ávísum matvørum, heilivági og brennievni.

Meginparturin av øllum lastbilunum, sum koyra vørur, eru ikki fyrireikaðir til eitt tolleftirlit í Fraklandi, og tað kann fara at taka ein ella hálvan annan dag at sleppa um markið. 

Láglønt meint rakt

– Fólk, sum hava lítla inntøku, verða meint rakt, um matvøru- og bensinprísirnir hækka, stendur í frágreiðingini. 

Stjórnin leggur dent á, at dømini um avleiðingarnar, ið eru lýst í frágreiðingini, sum eitur Operation Yellowhammer, eru, um heilt illa vil til. 

Bretska stjórnin sigur, at hon kennir seg noydda til at almannakunngera ætlanina, tí ein meiriluti í parlamentinum hevur kravt tað.

Parlamentið sent til hús

Andstøðuflokkurin Labour sigur, at nú eigur Boris Johnson, forsætisráðharri, at viðganga, at hann hevur ikki sagt satt um avleiðingarnar, um Bretland fer úr ES við ongari avtalu. 

Tí eigur parlamentið at koma saman at viðgera støðuna, sigur Keir Starmer, sum er brexit-talsmaður hjá Labour.

Boris Johnson hevur sent parlamentið til hús, og tað kemur ikki samanaftur fyrr enn 14. oktober. Hægstirættur í Skotlandi segði í gjár, at avgerðin um at senda parlamentið til hús er ólóglig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961