Kvoturnar skerjast í 2020

Kvoturnar skerjast í 2020
ES-nevndin mælir fiskimálaráðharrunum í ES til at skerja kvoturnar fyri tosk, sild, brisling, reyðsprøku og laks næsta ár
Kvoturnar fyri eitt nú brisling skulu skerjast í 2020, mælir ES-nevndin fiskimálaráðharrunum í ES til
 
13.09.2019 - 09:17

Uppskotið fer av álvara at máa grundarlagið undan nógvum donskum fiskimonnum, sigur Danmarks Fiskeriforening.

Serliga uppskotið um at skerja toskakvotuna í vestara parti av Eystrasalti ørkymlar danska felagið. Sambært felagnum, fer uppskotið longri enn tilmæli frá lívfrøðiligu ráðgevingini.

Fiskiskapurin bannast til apríl

– Í ár hækkaði kvotan við 70 prosentstigum, og nú verður skotið upp, at kvotan skal lækka við 68 prosentstigum. Vit kunnu ikki liva við hesum yo-yo-kvotum, sum hvørki gagna fiskimonnum ella fiskastovninum

Tað sigur Kim Kær Hansen, næstformaður í Danmarks Fiskeriforening, í tíðindaskrivi.

ES-nevndin skjýtur eisini upp, at banna fiskiskapi eftir toski fyrstu tríggjar mánaðirnar í árinum. Men danska felagið undrast, tí tað fer ikki at ávirka menningina av stovninum.

Samráðast um ein mánað

– Tað gevur ongan meining fyri fiskimenninar, at bann verður sett fyri fiskiskapi týdningarmestu mánaðirnar á árinum, sigur Kim Kær Hansen í tíðindaskrivinum.

– Toskurin í vestaraparti av Eystrasalti hevur tað gott, satt at siga betri enn seinastu 10 árini. Tað er ikki rímiligt at seta í verk slíka avmarking við ongari sakligari grundgeving, sigur hann.

Samráðingar millum fiskimálaráðharrar í ES verða í Luksemburg um miðjan oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655