Taka minni farm

Taka minni farm
1. oktober minkar nøgdin av farmi, Teistin kann flyta um Skopunarfjørð, niður í næstan helvtina
Broyttar treytir hava við sær, at bara ein stórur bilur - til dømis við sementi - sleppur við Teistanum eftir 1. oktober, uttan so at manningin heldur tað vera ráðiligt
 
24.09.2019 - 10:51

Eftir 1. oktober skal manningin á strandfaraskipinum, Teistanum, gera av, hvussu nógvan farm skipið kann flyta um Skopunarfjørð.

Vanliga kann Teistin taka útivið 100 tons av farmi, umframt ferðafólk. Men frá 1. oktober verður nøgdin av farmi minkað niður í góð 60 tons hvønn túrin.

Tað er eftir eini innanhýsis bókingarskipan hjá Strandferðsluni, at manningin í hvørjum einstøkum føri ger av, hvussu nógvan farm skipið kann hava við.

 >> SÍ EISINI Teistin er seinkaður

Tað verður gjørt eftir líkindunum at sigla. Og talan er tá eisini um stórar lastbilar, sum flyta farm í Sandoynna.

Stórt trýst er á leiðini um Skopunarfjørð, tí har er nógv virksemi, bæði av Sandoyartunlinum, sum er í gerð og flutningi av fiski til virkið í Skopun.

Tí kemur illa við, at treytirnar fyri at flyta vøru um fjørðin verða herdar. Tá talan er um bilar, sum skulu við sementi í oynna, viga teir upp í 40 tons, og trailarar, sum skulu við fiski í oynna, viga nakað tað sama.

Kravið ikki nýtt

Broyttu treytirnar hava við sær, at bara ein slíkur stórur bilur sleppur við Teistanum, uttan so at manningin heldur tað vera ráðiligt.

Strandferðslan hevur boðað tunnilsfelagnum frá avgerðini, fyri at fáa felagið at laga seg eftir flutningskrøvunum í Sandoynna, so bilar við sementi fara at nýta farleiðina, tá minni er at flyta, heldur enn tá mest trýst er á farleiðini.

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Skipaeftirlitinum, sigur, at talan ikki er um eitt nýtt krav og heldur ikki nakað nýtt krav frá klassanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098