Ov tungt flogfar

Ov tungt flogfar
Grønlendskt flogfar mundi farið út av vøllinum Nuuk við 32 fólkum umborð
 
28.09.2019 - 10:36

Tað mundi endað heilt galið, tá eitt flogfar hjá Air Greenlend skuldi fara úr Nuuk til Kanger-lussuaq 30. maj, skrivar danska Jyllands Posten við eini frágreiðing frá donsku havarí-kommisiónini sum keldu.

Kangerlussuaq er stóri flogvøllurin norðan fyri Nuuk, har amerikanarar høvdu støð og haðani samband er til útheimin.

Flogfarinum bilti einki

Flogskipararnir høvdu sett ferð á flogfarið á flogbreytini í Nuuk, og ferðin var komin uppá 150 kilometrar um tíman, men teir fingu ikki næsahjólið meira enn tvey stig uppfrá.

Tí bremsaðu teir og flogfarið steðgaði einans 50 metrar frá endanum á breytini, ið er 950 metrar long. 32 fólk vóru við flogfarinum, 29 ferðafólk og manningin, ið taldi trý fólk.

Frágreiðingin sigur, at einki feilti flogfarinum, flogskipararnir vóru væl fyri, og teir høvdu tryggjað sær, at vektarbýtið var, sum fyriskrivað.

Ferðafólk og manning vigaðu ov nógv

Umborð kunnu ferðafólkini seta seg, har tey vilja, og tað var orsøkin til, at flogfarið ikki fekst uppfrá. Ferðafólkini í teimum fremstu setrunum og flogskipararnir vigaðu rætt og slætt ov nógv.

Skaðanevndin hevur kannað hendingina og sigur hana vera álvarsliga, men flogskipararnir gjørdu, sum rætt var, og tí stóðst eingin skaði av hendingini.

– Høvdu flogskipararnir ikki verið so skjótir - og flogfarið var farið uppfrá - kundi tað dottið niður ella verið farið útav breytini, sigur Carsten Pedersen frá donsku skaðanevndini við Jyllands Posten.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655