Grønt val í Eysturríki

Grønt val í Eysturríki
Tjóðartingsval er í Eysturríki í dag, og í vikuni samtykti tjóðartingið at lýsa veðurlagskreppu í landinum
Frælsisflokkurin við Sebastian Kurz á odda stendur aftur til at gerast størsti flokkurin á tjóðartingsvalinum í Eysturríki
Mynd: AP  
 
29.09.2019 - 12:59

Ein meiningakanning vísir, at umhvørvið er tað sum hugtekur tær 8,8 milliónir fólkini í landinum mest, og hevur verið nógv umrøtt í valstríðnum, skrivar franska tíðindastovan, AFP.

Øll tingfólkini samtyktu uppskotið, uttan tingfólkini hjá høgraflokkinum, Frælsisflokkinum.

Frælsisflokkurin stendur aftur til at gerast størsti flokkurin í tjóðartinginum, samstundis sum tey Grønu, sum ikki fingu umboðan á seinasta vali, stendur til at fáa størstu framgongdina.

Gongst illa at minka um útlátið

Eysturríki er á odda, tá talan er um grønan landbúnað og varandi orku, men tað gongst illa at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.

Frá 1990 til 2017 var Eysturríki eitt av fimm londum í ES, har útlátið vaks, samstundis sum útlátið í øllum ES-londunum minkaði við einum fimtaparti.

BBC skrivar, at tjóðartingið í Wales var tað fyrsta at samtykkja veðurlagskreppu, og stutt eftir gjørdu bæði skotska og bretska parlamentið tað sama.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952