- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Stutt eftir útgávu á jóansøku í '81 tendraði amerikanska sjónvarpsrásin, MTV, sendaran og eisini tað hevði týdning. Hon bar seg væl á sjónbandi og fekk nógvar fjepparar, ikki minst mannligar.
Plátuhúsin er svartur við Kim Wilde fremst í myndini ílætin eina hvíta t-skjúrtu og í cowboybuksum. Aftanfyri hana síggjast tríggir menn í svørtum. Tað er tann sokallaði kápubólkurin, ella promotionbólkurin, ið var mannaður við beiggjanum, Ricky Wilde, gittaristinum, James Stevenson, og tangentspælaranum, Calvin Hayes, ið var unnasti hennara í eina tíð og sum seinni í 80'unum spældi við Johnny Hates Jazz. James Stevenson er rokkgittaristur og hevur eisini spælt í bólkum sum The Cult og The Alarm.
Hasir vóru eisini á ljóðsporinum til plátuna, men mestapartin av tónleikinnuminn innspældi ein samanspældur tónleikabólkur, The Enid, ið bæði hevur verið kallaður 'progressivur' og 'symfoniskur'. Og vit kunnu lættliga kalla hesa Temaplátun 'New Wave', ið stutt kann lýsast sum punkrokkur við synthezisara og kærleiksyrkingum.
40 ára minni í Plátubarrini 18.12.2021