- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Henda Temaplátan er eitt 50 ára minni um fyrsta albumið hjá hjá teimum fýra í Abba, kallað 'Ring Ring'.
Heitislagið varð ein slagari í Skandinavia og á einstøkum øðrum marknaðum, eisini í Føroyum, her Útvarp Føroya spældi so at siga øll løgini á plátuni. Men hetta var tann trilvandi byrjanin hjá bólkinum, sum framvegis her í 2023 er tann svenska tónleikaætlanin, ið hevur havt størtu undirtøkuna.
Heitislagið er ein grand-prix sangur. Tey fýra sungu 'Ring Ring! (Bara Du Slog En Signal)' til eitt triðjapláss í svenska grand-prixnum, Melodifestivalen, men sangurin avrikaði enn betur á heimliga popplistanum, har tað var nummar eitt á svenskum. Enska útgávan vann eitt annaðpláss í bæði Svøríki, Norra, og Eysturríki, umframt at vera einastaðni á Topp 10 í Niðurlondum, Suðurafrika, og Rhodesia. Í Bretlandi og Vesturtýsklandi riggaði lagið ikki.
Sum sagt var albumið eitt stórt útvarpshitt í Føroym. Einasti føroyski loftmiðilin spældi nógv hesi 'Ring Ring' løgini fyri okkum: 'People Need Love', 'He is Your Brother', 'Ring Ring', 'Nina, Pretty Ballerina', 'Me and Bobby and Bobby's Brother', og 'Another Town, Another Train'.
Plátubarrin 15. apríl 2023.