- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politikkur
Kaj Leo Holm Johannesen og Össur Skarphéðinsson hittast í Reykjavík. Fundur verður í Hoyvíksráðnum, og føroyingar vilja sleppa at útflyta fleiri landbúnaðarvørur til Íslands
Løgtingið hevur samtykt at hækka játtanina til neyðhjálp 200.000 krónur, so hon verður hálv millión krónur. Heilsumálaráðið umsitur nú játtanina
Búfólkini í sambýlinum á Tvøroyri vórðu flutt til Vágs, og har verða tey verandi, til ein endalig loysn er funnin
Eingi sambýli eru tøk, og tí hava eini 20 fólk búð á Psykiatriska deplinum í mong ár, hóast tey kundu verið útskrivað. Tað sigur leiðandi yvirlæknin á Psykiatriska deplinum, Tormóður Stórá, í sjónvarpssending um sjálvmorð, su
Eysturkommuna vil varðveita sambandið millum tunnilsvegin og vegin til Hagaleiti, men landið vil ikki gjalda meirkostnaðin
Kommunurnar, sum eiga røktarheimið í Vági, eru misnøgdar við avgerðina um, at búfólk í sambýlinum á Tvøroyri framvegis skulu búgva á Hamragarði
Í seinasta lagi 1. mars fær landsstýrismaðurin í heilsumálum tilmæli um, hvat virksemi skal vera á teimum trimum sjúkrahúsunum
Vága Floghavn leggur í fyrsta umfari peningin út fyri at rudda dynamittið á flogvøllinum, men vónir eru um at fáa donsku ríkismyndugleikarnar at gjalda
Javnaðarflokkurin skjýtur upp at seta tiltøk í verk, sum skulu lækka prísstigið í landinum. Ein kanning skal gerast, og hon skal fíggjast við peningi, sum verður spardur í samsýning og eftirløn hjá landsstýrisfólkum
Kristina Háfoss, løgtingskvinna, væntar, at skattainntøkurnar frá pensjónsinngjaldinum verða 75 milliónir krónur færri enn landsstýrið hevur mett á fíggjarlóginí. Hon hevur sett landsstýrismanninum ein munnligan fyrispurning í máli