Flytifuglar 09. partur

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Flytifuglar 09. partur
13-12-2018

Seinast hoyrdu vit, at mamma Mai, vildi hava Mai við til læknakanningina hjá Jón - hann skal til tvey ára kanning. Mai skal hjálpa mammu síni, um mamman ikki skilir alt, sum verður sagt, tí hon er thailendsk. Tær sita á læknamiðstøðini í Gørðum. Mai byggir Lego við Jón og beint við legoborðið, sita tvær konur og teska. Tær tosa um, at mamma Olivur ikki ynskti sær hann, og hvussu móð mamma hansara var. Tær sita og gita, hvat er hent, og at mamman møguliga er innblandað. Mai vitjar Emmu, og tær tosa um sjóðseyðamannin, tær tosa um, at politiið ikki fer at lurta eftir einum barni, sum boðar frá. Meðan tær práta, fær Emma eitt snap. Tvey børn eru horvin úr barnagarðinum í Vestmanna - tvey børn horvin afturat í Vestmanna? Tær renna avstað. Og tá ið vit endaðu seinast var alt í einum ruðuleika. Lurtið nú, tí her kemur 9. partur av jólakalendarasøguni - Flytifuglar, sum Elin á Rógvi skrivaði. Niclas Johannesen hevur gjørt tónleikin til leikin og Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin. Høgni Fagraberg gjørdi ljóðmyndina.