FM í svimjing beinleiðis í sjónvarpinum

FM í svimjing beinleiðis í sjónvarpinum
Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin eru føroya bestu svimjarar at síggja beinleiðis í sjónvarpinum, tá tey kappast um Føroyameistaraheitið
Pál Joensen er komin heim til Føroya at luttaka í FM í svimjing.
 
09.05.2013 - 11:49

Tað er lagt upp til nógvar spennandi løtur, tá ið Svimjihøllin í Gundadali nú hósdagin til leygardagin 9. til 11. mai 2013 verður karmur um ársins Føroyameistarastevnu og Juniormeistarastevnu í svimjing, við luttøku av okkara allarfrægastu svimjarum. Kappast verður um Juniormeistaraheitini um morgunin og Føroyameistaraheitini um kvøldið, við beinleiðis sjónvarping av finalunum um kvøldið.

 
Pál Joensen er heilt greitt størsti profilur á stevnuni, nú hann nærkast sínum 100. heiðursmerki á Føroyameistarastevnu. Hann er tilmeldaður í 15 einstaklingakappingum, og fer væntandi at røkka hesum 100. heiðursmerki á júst hesi stevnu. 
 
Afturat honum eru nógvir svimjarar, ið hava tikið seg nógv fram í seinastuni.  Bartal Hestoy úr Havnar Svimjifelag er sterkur, serliga í blandaðari svimjing og bringusvimjing, meðan liðfelagin Óli Mortensen er serliga góður á teimum langu fríteinunum. 
Poula Ø. Mohr úr Havnar Svimjifelag setur met í blandað og firvald, meðan tær báðar Birita Debes og Astrið Foldarskarð úr Ægir skara framúr á teimum stytru teinunum. 
 
Afturat teimum eru fleiri sum í seinastuni hava svomið sera skjóttupp í móti og betri enn bestu føroysku tíðir nakrantíð.
 
Tilsamans verða eini 25 mans og 36 kvinnur, sum hesar tríggjar dagarnar fara at dystast um at verða best í Føroyum. Kringvarp Føroya sendir  einleiðis frá finalunum frá klokkan 17.00 til 19.00 hvønn dag. Tað ber eisini til at fylgja við úrslitunum beinleiðis á livetiming.dk. Heimasíðan svimjing.com fylgir eisini neyvt við gongdini í FM og JM, við myndum og varping frá serliga juniorkappingini um morgunin.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558