AUF-leiðari vil hava Utøya-sorgarleikin altjóðagjørdan

AUF-leiðari vil hava Utøya-sorgarleikin altjóðagjørdan
AUF-leiðarin í Noregi, Eskil Pedersen, vil hava 22. juli gjørdan altjóða mótstøðudag móti rasismu og høgra ekstremismu
Formaðurin í norska AUF, Eskil Pedersen, vil hava vanlukkudagin hin 22. juli altjóðagjørdan.
 
22.07.2013 - 16:45

Leiðarin í norska AUF, sum er ungmannafelagið hjá norska Arbeiðaraflokkinum, vil hava at alheimurin minnist dagin 22. juli fyri tveimum árum síðan, tá illgerðarmaðurin, Anders Behring Breivik, skjeyt fólk frá hond.

- Eg eri vísur í, at politiska sjónarhornið við 22. juli fer at hava stóran týdning í framtíðini, sigur Eskil Pedersen við norska blaðið Klassekampen.

Hugmyndafrøði
69 fólk vórðu skotin til deyðis á Útøya hin 22. juli í 2011. Og AUF-leiðarin heldur tað vera heilt náttúrligt, at kjakið higartil hevur snúð seg um løgreglu og tilbúgving. Men Eskil Pedersen heldur, at spurningurin um hugmyndafrøðiliga (ideologiska) veðurlagið, sum illgerðarmaðurin ferðaðist í, ikki hevur verið tikið í nóg stórum álvara.

- 22. juli var eitt politiskt álop so tað forslær. Yvirgangsatsóknin var eitt álop á ein politiskan flokk, og orsøkin til álopið var mótstøða móti førda politikkinum, sum snýrs seg um margfeldni og eitt fleirmenta samfelag. Tí noyðast vit eisini at síggja sorgarleikin á Utøya 22. juli í politiskum samanhangi, sigur leiðarin í AUF, Eskil Pedersen.

Uppgerð við ekstremismu
Leiðarin í AUF heldur ongan av politisku flokkunum í Noregi hava gjørt nóg mikið við at gera upp við ekstremismu og víðgongdan hugburð til innflytarar og minnilutabólkar.

Hann vísir á, at illgerðarmaður, Anders Behring Breivik, var víðgongdur rasistur, sum í nógv ár legði til rættis at steðga útveganini av nýggjum limum til Arbeiðaraflokkin.

- Og tí eiga vit at altjóðagerða 22. juli sum mótstøðudag móti rasismu og høgra ekstremismu, sigur Eskil Pedersen.

Kelda: NTB og Aftenposten
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290