Hitamet í Grønland

Hitamet í Grønland
DMI máldi týsdagin klokkan fýra seinnapartin 25,9 hitastig í Grønlandi
Maniitsoq í Grønlandi.
 
01.08.2013 - 15:57

Tað skrivar danska blaðið Jyllands-Posten á heimasíðu síni.

Tað var ein veðurstøð í Maniitsoq, nakrar hundrað kilometrar norðan fyri Nuuk, sum máldi nógva hitan.

25,9 stig er mesti hitin, sum danski veðurstovnurin DMI hevur mált, síðan stovnurin í 1958 byrjaði at máta hitan í Grønlandi.

Gamla metið var 25,5 stig, sum varð mált 27. juli í 1990 í Kangerlussuaq.

Orsøkin til nógva hitan í Grønlandi týsdagin var, at eitt hátrýst lá yvir landinum, og samantvinna við eitt lágtrýst vestan fyri Grønland, hevði tað vind av útsynningsi við sær, og tað gav eitt sokallað føhn-árin.

Føhn-árinið merkir, at luftin gjørdist óvanliga turr, og at vætan í luftini hevur verið heilt niður í 20 prosent.

Umframt turru luftina, so kann speglingin av sólini í havinum eisini hava havt sína ávirkan á nógva hitan, tí Maniitsoq liggur við havið, skrivar JyllandsPosten.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770