- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðir roknskapir og hækkandi partabrævakursir
- Tó hevur framgongdin verið á einum marknaði við minni umsetningi orsakað av summarfrí hjá íleggjarum, verður sagt í BankNordik.
Í tíðindabrævi sigur bankin, at tá amerikanski stórbýurin Detroit fór á húsagang í juli, var tað tann størsti kommunali húsagangurin í amerikanskari søgu. Tí kundi tú borið ótta fyri, at órógvin fór at taka seg upp aftur. Men tað hendi tíbetur ikki. Heldur vísa hagtølini fyri amerikanska arbeiðs- og bústaðarmarknaðin, at búskapurin er á rættari kós.
Jalig búðskapartøl
Eisini búskaparligu lyklatølini fyri Evropa hava verið jalig. Serliga jaligt er, at afturgongdin í Týsklandi fyrr í ár nú er vend til framgongd aftur. Av tí at Týskland er fremsti búskapurin í Evropa, fer ein týsk búskaparframgongd eisini at hava jaliga ávirkan á onnur lond í Evropa.
“Juli mánaður gav eisini ábendingar um, at skuldarkreppan í Evropa enn ikki er av. Portugal og Grikkaland hava framvegis avbjóðingar við fíggarætlanum og lógum. Hetta hevði ikki stórvegis ávirkan á fíggjarmarknaðin, men er kanska meira eitt tekin um, at ein eigur at vera varugur við hesa avbjóðing,” halda serfrøðingar í BankNordik.
Seinastu árini hava vit hoyrt um búskaparvøkstur í Kina á meira enn 10% um árið. Greinarar eru farnir at ivast í,um núverandi búskaparliga stevnumiðið hjá kinversku stjórnini um ein árligan vøkstur á 7% - 7,5% fer at halda. Hetta hevur m.a. ávirkan á fyritøkur, sum veita tænastur og útgerð til námsarbeiði, um íløgurnar í námsvinnuni lækka í mun til undanfarin ár. Greinarar meta, at tað verður neyðugt hjá kinversku stjórnini at gera íløgur í undirstøðukervi til tess at røkka einum búskaparvøkstri á 7%.
Hálvársroknskapur
Nú er hálvársroknskapartíð, og í USA hevur helvtin av fyritøkunum kunngjørt hálvársroknskapin. 70% av hesum fyritøkum høvdu eitt betri úrslit enn væntað, tó vóru úrslitini í miðal 3,2% betri enn væntað í mun til 4,3% í fjør. Kunngjørdu roknskapirnir í august, lyklatøl fyri arbeiðismarknaðin í USA og tað, at summarfrítíðin endar, verða høvuðsevnini á fíggjarmarknaðinum í august.
“Okkara serfrøðingar meta, við støði í nýggjastu hagtølunum, at útlitini fyri heimsbúskapin framvegis eru jalig grundað á eina støðuga uppdrift í amerikanska búskapinum,” sigur Arnfinnur Gudjónsson, bólkaleiðari í BankNordik.
“Eisini er august ein góður møguleiki hjá íleggjarum at hyggja at íløgusamansetingini og gera neyðugar broytingar, sum eru í samsvari við váðaprofilin hjá tí einstaka, sigur Arnfinnur Gudjónsson.