Janus Rein: Tunnilsgjald í øllum tunlum

Janus Rein: Tunnilsgjald í øllum tunlum
Bummgjaldið eigur at vera eina krónu fyri kilometurin í øllum tunlunum
Janus Rein, løgtingsmaður, skjýtur upp, at gjald skal vera í øllum tunlum.
 
05.08.2013 - 09:26

Løgtingið hevur fingið eitt tunnilsuppskot at viðgera afturat teimum trimum, sum tingið skal viðgera í morgin.

Janus Rein vil hava tingið at biðja landsstýrið koma við lógaruppskoti um at stovna Tunnilsfelag Føroya, sum skal eiga og reka allar tunlarnar í landinum og gera nýggjar tunlar.

Sambært uppskotinum skal tað kosta at koyra í øllum tunlunum, ikki bara í undirsjóvartunlunum. Verður gjaldið eina krónu fyri hvønn tunnilskilometur, fær Tunnilsfelagið 32,5 mió. kr. um árið. Harafturat skal játtanin hjá Landsverki til tunlar fara til Tunnilsfelagið.

Við hesari inntøkuni kann felagið fáa bílig lán til nýggjar tunlar, sigur Janus Rein.

Endamálið er, sum frá líður, at hava undirsjóvartunnil til Suðuroynna, tá Smyril ikki orkar meira um 20-25 ár. 

Janus Rein mælir til, at ein tunnilskubbi fylgir við hvørjum bili, sum verður keyptur í Føroyum.

Og í gjár boðaðu Bjarni Djurholm í Fólkaflokkinum og Bárður Nielsen í Sambandsflokkinum frá einum uppskoti um Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil í almennum tunnilsfelagi.

Teir halda ikki, at uppskotið hjá samgongufelaganum, Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, er tað skilabesta landsbúskaparliga. Teir mæla frá, at tað uppskotið, uppskotið um privatu loysnina, verður samtykt.

Uppskotið hjá Bjarna Djurholm og Bárði Nielsen er ikki komið í løgtingið enn. Tað er lagt fyri løgmann, landsstýrismannin í innlendismálum og samgonguflokkarnar.

Partafelagið, sum teir skjóta upp at stovna, skal eita Tunnilsfelag Føroya. Allir undirsjóvartunlarnir skulu vera í felagnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. juni
EM tíðindi - 30. juni 2024
177458
Sunnudag 30. juni
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
177451
Leygardag 29. juni
Morgunlestur leygardagur 29. juni 2024
177131
Fríggjadag 28. juni
Vikuskiftið 28 juni 2024
177400