Fiskadagarnir í tingið seinnapartin í dag

Fiskadagarnir í tingið seinnapartin í dag
Álitið hjá Vinnunevndini um fiskidagarnar kemur í tingið klokkan trý seinnapartin.
Fiskidagarnar verða bornir í tingið seinnapartin í dag.
 
08.08.2013 - 10:29

Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, væntar, at ein samd nevnd fer at skriva undir álitið.

Tað merkir, at uppskotið hjá landsstýrismanninum verður broytt. Jacob Vestergaard mælir til sama dagatal sum í verandi fiskiári.

Sum skilst er samgongan sinnað at skerja dagatalið, so fiskidagatalið næsta fiskiár nærkast tí, sum fiskifrøðin mælir til.

Vinnunevndin fer á fund klokkan eitt at skriva álitið.

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðslan verða týsdagin í næstu viku, og triðja viðgerð verður hósdagin.

Fríggjadagin í næstu viku fer Útnorðurráðið til Grønlands at fundast, so eingin tingfundur verður í aðru viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609