Havsbrún fær nógv mest sild

Havsbrún fær nógv mest sild
Havsbrún fær nógv meira sild og makrel enn hini bæði uppsjóvarvirkini í landinum
Havsbrún í Fuglafirði er tað uppsjóvarvirkið, sum fær nógv mest sild.
 
09.08.2013 - 10:16

Sambært einum yvirliti, sum Útvarpið hevur fingið frá Vørn, hevur Havsbrún fingið 26.400 tons higartil í ár, Faroe Pelagic hevur fingið 18.000 tons og Varðin Pelagic 15.000 tons av norðhavssild og makreli.

Harafturat hevur Vestmanna Seafood keypt 220 tons.

Tey fýra móttøkuskipini hava tikið ímóti 10.600 tonsum. Og átta skip, sum frysta fiskin umborð, hava fiskað 23.200 tons.

Talan er um fráboðaðar nøgdir til 7.august. Sambært tí eru fiskað 57.000 tons av makreli og knappliga 36.000 tons av norðhavssild higartil í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025