Grikkaland tørv á meira búskaparligari hjálp

Grikkaland tørv á meira búskaparligari hjálp
Grikkaland hevur fyri neyðini at fáa meiri búskaparliga hjálp úr hinum ES-londunum
Grikkaland hevur aftur tørv á búskaparligari hjálp úr hinum ES-londunum.
Mynd: Der Spiegel  
 
12.08.2013 - 09:35

Tað skilst á eini frágreiðing, sum týski samveldisbankin hevur latið gera, og sum tíðarritið Der Spiegel hevur fingið hendur á.

240 milliardir evrur

ES og altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, hava játtað Grikkalandi 240 milliardir evrur, til tess at forða fyri, at landið fer á húsagang. Sambært Der Spiegel hava týska fíggjarmálaráðið og IMF gjørt frágreiðingina fyri samveldisbankan.

Næsta ár

Bankin væntar, at evropeisku stjórnirnar longu næsta ár noyðast at gera eina nýggja búskaparliga hjálparætlan fyri Grikkaland.

Hvørki samveldisbankin ella týska fíggjarmálaráðið hava gjørt viðmerkingar til upplýsingarnar í Der Spiegel.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571