Mugabe kann halda fram sum forseti

Mugabe kann halda fram sum forseti
Hægsti rættur í afrikanska landinum, Simbabvi, hevur staðfest, at Robert Mugabe er lógliga valdur til landsins forseta. Sostatt er nú klárt at fara undir hátíðarhaldið, sum skal taka 89 ára gamla Mugabe í eið. Hann kann sostatt fara undir sítt fimta valskeið sum forseti
Robert Mugabe megnaði aftur hesa ferð at bera so í bandi, at hann kann halda fram sum forseti.
 
21.08.2013 - 10:44

Ein hægstarættardómari kunngjørdi í gjár, at valini 31. juli vóru fræls, rættvís og álítandi. 

Valsvik

Mugabi vann forsetavalið, men politiski mótstøðumaðurin hjá Mugabe, forseta, Morgan Tsvangirai, forsætisráðharri, hevur hildið uppá, at talan var um valsvik.

Eitt yvirlit hjá valnevndini í landinum vísti eftir valið, at fleiri enn 300.000 veljarar ikki fingu høvið at atkvøða, men suðurafrikanski eygleiðarafelagsskapurin, The South African Development Community, sigur, at valið í Simbabvi var fríðarligt og frælst.

Handtaka mótstøðufólk

Fyrr í hesum mánaðinum kom fram, at trygdarløgreglan í landinum hevði givið boð um at handtaka 100 av mótstøðufólkunum hjá Robert Mugabe, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065