Heimatænastan: Starvsfólk ræðast leiðsluna

Heimatænastan: Starvsfólk ræðast leiðsluna
Á fundi í felagnum Eldramálinum kom fram, at starvsfólk trívast ikki, og røktin er ikki nóg góð
Hóast faklærd fólk eru tøk, arbeiða ov nógv ófaklærd í Heimatænastuni
 
27.08.2013 - 08:48

Starvsfólk í Heimatænastuni tora einki at siga um trupulleikar í arbeiðinum og í heimarøktini, tí tey ræðast leiðsluna.

Tað kom fram á almenna fundinum, sum Eldramálið hevði í Miðvági í síðstu viku.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, var á fundinum, og hon lovaði at kanna hetta, sigur Eldramálið í tíðindaskrivi.

Ikki nóg góð røkt

Sambært tí, sum varð sagt á fundinum, trívast starvsfólk í Heimatænastuni ikki, og røktin er ikki nóg góð. Ov nógv tíð fer við at skráseta arbeiðið, og tey, sum fáa heimarøkt, fáa ikki ta tíð, tey eru visiterað til.

Hóast faklærd fólk eru tøk, arbeiða ov nógv ófaklærd í Heimatænastuni, sigur Eldramálið eisini frá fundinum í Miðvági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053