Kunngerðin um røktarheim verður ikki tikin aftur

Kunngerðin um røktarheim verður ikki tikin aftur
Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur, at nýggja kunngerðin tryggjar eina betri skipan enn í dag
Annik Olsen, landsstýriskvinna, sigur, at tað er hennara greiða sannføring, at kunngerðin tryggjar eldru borgarunum í landinum eina betri skipan enn í dag,
 
28.08.2013 - 08:09

Annika Olsen hevur ongar ætlanir um at taka aftur kunngerðina um røktarheim og eldrasambýli.

Í gjár heitti Kommunusamskipan Føroya á landsstýriskvinnuna um at taka kunngerðina aftur, tí kommunur kenna seg missa ræðisrættin yvir røktarheimini og sambýlini.

Í tíðindaskrivi sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, at tað er hennara greiða sannføring, at kunngerðin tryggjar eldru borgarunum í landinum eina betri skipan enn í dag, og tí verður kunngerðin ikki tikin aftur.

Landsuppgáva burturav

- Kommunur og sjálvsognarstovnar skulu hava í huga, at eldrarøktin er landsuppgáva burturav, og at tað á hvørjum ári vera játtaðar góðar 337 milliónir krónur til eldrarøktina.

Tað er sostatt landsmyndugleikin, sum rindar stórt sæð allan raksturin á teimum eldrasambýlum og røktarheimum, sum kommunur og sjálvsognarstovnar, eisini við góðum fíggjarligum stuðli frá landinum, hava latið bygt, sigur Annika Olsen í skrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870